Pyjamas-party fyri børn

Nú nærkast heysfrítíðin, og tað er mega langt síðani vit hava havt pyjamas-party. Vit halda, at tíðin er komin, so fríggjakvøldið 10. oktober verður pyjamas-party fyri børnini í Húsinum. 

Tað er ókeypis at luttaka, men vit høvdu verið sera fegin, um onkur tímdi at baka bollar, pylsubreyð, køku ella okkurt heilt annað til okkum.

Kioskin verður opin nakrar ferðir gjøgnum náttina, men børnini eru sjálvandie eisini vælkomin at hava okkurt lekkurt við

Vit byrja kl. 21.00, og skal man luttaka, so krevur tað, at man teknar seg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum. Tá tú teknar teg, so skalt tú hava loyvi frá foreldra ella verja við. Skjalið finnur tú niðast her á síðuni ella í Húsinum. 

Vit fara at hugna okkum! Eta okkurt lekkurt, kappast, spæla, tosa, fjasa, sova???, flenna. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 9. oktober kl. 16.25

Pyjamas-party børn 2025.

 

Byrjar:
10.10.2025 - KL. 21:00
Endar:
11.10.2025 - KL. 08:00

Komandi tiltøk

27 februar
2026
Húsið 20 ár
Meir kunning seinni:)
29 mars
2026
Páskastongt
Nú er páskastongt. Vónandi hugnar tú tær, men et ikki ov nógv páskaregg
01 mai
2026
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir.